Tað segðist um Blue North at har fór fiskur inn á virkið, men lítið og einki kom út aftur, men soleiðis er Samhaldsfasti ikki og verður tað heldur ikki, tvørturímóti.
Sambært ætlanini hjá samgonguni, so skal meira koma út úr Samhaldsfasta, tí nú skal peningurin ikki skattast tvær ferðir, og sostatt verður hetta ein øktur ágóði hjá vanliga pensjonistinum og eisini okkum komandi.
Thomas Arabo, pensjoneraður landsstýrismaður, sum eisini fær grundupphædd, sum Javnaðarflokkurin minkaði, umframt Samhaldsfasta, heldur at Samhaldsfasti verður avtikin, tá hann ikki skal skattast tvær ferðir.
Men tað er eitt sindur løgin hugsan.
Tað sama verður jú goldið inn í Samhaldsfasta, men kemur óskattað út aftur.
Einasti munur verður, at eg sum komandi pensjonistur fái meira um mánaðin at liva fyri, og tað fær Arabo eisini.
Annars er munurin á mær og Arabo tann, at Arabo sum fyrrverandi politikari hevur játtað sær sjálvum eina feita pensjón, sum eisini eg havi goldið, men slíka heimild havi eg ikki.
Um so var, hevði hon verið brúkt til at javna politiskt skapta ójavnan á pensjonistum.
Inngoldnar vóru 493 milliónir krónur í Samhaldsfasta í fjør, sambært roknskapinum, sum eisini vísur, at Samhaldsfasti hevði 19 milliónir í tapi av partabrøvum.
ólavur
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo