Fyri løtu síðani feldi løgtingið uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.
Eitt annað uppskot hjá Sonju Jógvansdóttir um frádrátt fyri gjald til yrkisfeløg kom ikki aftur úr Fíggjarnevndini og uppskotið er sostatt dottið burtur.
Tað er eingin ivi um, at Sonja Jógvansdóttir hevur atkvøtt fyri Fiskivinnunýskipanini og Pensiónsnýskipanini, tí hon hevur fingið lyfti frá samgonguni um at fáa síni uppskot ígjøgnum.
Sonja helt orð, men tað gjørdi samgongan ikki.
Tað er einki at siga til, um nú Sonja Jógvansdóttir kennir seg misbrúkta av samgonguni.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo