Sámablóð (Sámi Blood) er besti filmur í Evropa í ár. Tí fær hann LUX virðislønina hjá Evropaparlamentinum.
Filmsfelagið vísti Sámablóð í Havnar Bio hin 29. mars í ár, tá Heðin M. Klein innleiddi sýningina.
Filmsfelagið, sum júst hevur havt ísraelskar filmsdagar, hevur ein film eftir á skránni fyri jól. Tað er provokerandi filmurin The Square, sum svenski leikstjórin Ruben Östlund vann gullvirðislønina fyri í Cannes í ár.
Nýggja árið í Filmsfelagnum byrjar longu mikudagin 3. januar í 2018 við bretska satirufilminum The Death of Stalin.
Her sæst meir um filmin Sámablóð, sum Evropaparlamentið hevur kosið at verða besta film í ár:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo