Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Bragdið: Fyrrapartin var HCA marathon skotið í gongd og tað gekk fyri seg í føðibýnum hjá kenda, danska skaldinum, H.C. Andersen í Odense.

Rógvi Kárason rann væl og javnt allan túrin og kom á mál sum nummar tvey! Tíðin hjá Rógva var næstbesta tíðin nakar føroyingur hevur runnið og er sostatt eisini besta tíð hansara. Hann rann so væl, at ½ marathontíðin var undir Oyggjaleikakravinum, men um tað kann brúkast til Oyl 2025, vita vit í skrivandi stund ikki.

Tíðin var 2.32.09 og nú er hann nær við føroyska metinum. Tað er bara ein spurningur um tíð, nær tað verður. Fyri ikki so langari tíð síðani, var Rógvi skurðviðgjørdur í hjartanum og úrslitið í dag vísir, at hann er komin væl fyri seg. 

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo