Kommunuskattur er lutfalsjavnur. Hækkingin í botnfrádráttinum rakar tí fátækar kommunur harðari, av tí at hesar kommunur við hækking í botnfrádráttinum missa ein størri prosentpart av samlaðu skattainntøkuni enn tær ríku kommunurnar.
Hækkingin vendir tí kommunusosialt skeivt.
Landsstýrið ætlar at lata kommununum part av tøkugjaldinum frá alivinnuni í staðin. Hetta verður býtt í mun til fólkatalið.
Harafturat ætlar landsstýrið at mvg afturberingin til kommunur skal hækka úr 75% uppí 100%.
Tað merkir at tær ríku kommunurnar, ið hava ráð at gera stórar íløgur fáa størstan fyrimunin av afturberingini. Aftur ein sosial skeiv avgerð.
Við øðrum orðum: Tað sum tikið verður frá kommununum vendir sosialt skeivt og tað sum verður afturgoldið til kommunurnar vendir eisini sosialt skeivt.
Politikkurin hjá hesi reyðu samgongu er sostatt, at ríkar kommunur skulu gerast ríkari og fátækar kommunur skulu gerast fátækari.
Búskaparráðið mælti annars fyri nøkrum árum síðani til, at Føroyar fingu eina kommunala útjavningarskipan. Men einki er gjørt við hetta tilmæli.
Øll lond rundanum okkum hava slíka útjavningarskipan. Nú er líkt til at vit fáa eina slíka skipan. Men hon er beint øvugt av tilmælinum frá búskaparligu serfrøðini.
Nýggja samgongan er fyrst og fremst ein havnarsamgonga!
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo