Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ungi evnaríki havnarmaðurin Ragnar Finsson fer at framføra tónleik av EP síni "Crossing", sum kom út 5. november, í norskum útvarpi og sjónvarpi eins og hann í næstum eisini skal hava konsert í Oslo og seinni í Tróndheimi.

Ragnar fer av landinum í morgin, og hann hevur "Crossing" við sær í viðførinum.

Ragnar brúkar kunstnaranavnið Horrse, og í august kom út fyrsta staklag hansara "Queen of Roses". Lagið lat eygu og oyru upp hjá nógvum, og longu í september fylgdi Horrse upp við flotta lagnum “Who Are You” (sum hevði heimspremieru á NRK P13), áðrenn hann aftur toppaði tað vi staklagnum “You’re a Ghost”, sum sá dagsins ljós í oktober.

Nú er ungi føroyski listamaðurin endiliga klárur við debut-EPini “Crossing”, samstundis sum hann kunngerð útgávukonsert á Blå í Oslo, bert fáar vikur seinni.

Tú kanst lurta eftir "Crossing" her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo