Tjekkiska fólkasangarinnan Hana Horka (57) var óvaksinerað og vildi hava koronasmittuna.
Nú er hon deyð, skrivar VG.
Sonurin Jan Rek sigur fyri BBC at hann og pápin gjørdist sjúkir, og orsøkin til at mamman vildi smittast var tann, at so fekk hon koronapass og atgongd til mentanartiltøkini, tí hon vildi ikki lata seg vaksinera.
– Nú verður tað teatur, sauna og konsertir, skrivaði Hana Horka á Facebook, tá ið hon fríggjadagin skrivaði at nú var hon við at koma fyri seg eftir at hon var testað positiv.
Tveir dagar seinni var hon deyð, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo