Skjótt plátuaktuelli Fróði Hansen, ið herfyri talgilt lat frá sær føroysku útgávuna Hola, er nú úti við einum sjónbandi til lagið "12 fet fyri borð".
Svenski filmsleikstjórin Daniel Bezares hevur staðið fyri upptøkunum, ið ganga fyri seg í Keypmannahavn á Strøgnum. Útlendskir sjónleikarar eru við í sjónbandinum, sum er eitt slag av stuttfilmi, ið snýr seg um støðuna hjá einum heimleysum manni.
LP plátan kemur á marknaðin 25. mai og verður seld í Tutl handlinum og til konsertirnar við Fróða.
Konsertkalendarin hjá Fróða og manning sær soleiðis út:
25. mai - Tutl (útgávudagur)
29. mai - Maggies
30. mai - Gamli Skúli í Sørvági
31. mai - Tøting
1.juni - Reinsaríið
27. Juli - Ostahúsið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo