Sunda kommuna: Fríggjadagin 8. september frá kl.15.00-17.00 eru øll vælkomin í læknaviðtaluhølið við Norðskála, at heilsa uppá nýggju kommunulæknarnar.
Tær bjóða drekkamunn og okkurt verður eisini til børnini.
Borgarar í Eiðis læknadømi eru so mikið hepnir, at hava fingið Signhild Petersen og Ásu J. Jacobsen í fast starv sum kommunulæknar. Umframt læknarnar starvast nú eisini tveir sjúkrarøktarfrøðingar í læknaviðtaluni. Tað eru Lydia V. Jacobsen og Sólvá í Selvindi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo