Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Biskupur skrivar: Ólavsøkudag vóru 10 ár liðin, síðan málsøkið fólkakirkjan kom á føroyskar hendur. Dagurin var hátíðarhildin eftir gudstænastuna ólavsøkudag. Umleið 500 fólk vórðu teknað til tvinni borðhald. Vit frøddust um, at kirkjan er væl mannað við kvinnum og monnum á øllum verkligum økjum um alt landið.

Undir hátíðarhaldinum var bókin “KIRKJAN – 10 ár á føroyskum hondum” løgd fram. Jógvan Ravnsfjall, ið er ein av trimum limum í Føroya Stiftsstjórn, er ritstjóri.

Í formælinum sigur ritstjórin: “Henda bókin verður givin út í sambandi við, at tað í ár eru liðin 10 ár, síðan fólkakirkjan varð yvirtikin sum føroyskt málsøki á ólavsøku 2007.

Føroya Stiftsstjórn gjørdi av á heysti í fjør, at hetta ikki skuldi fara aftur við borðinum, og valdi at hátíðarhalda 10 ára dagin við eini bók, ið skuldi lýsa tíðina upp til yvirtøkuna, sjálva yvirtøkuna og gongdina hesi 10 árini.”

Ritstjórin hevur við hepnari hond fingið 18 ymiskar persónar at geva eitt íkast til bókina. Áhugaverdur lesnaður við søguligum fakta, ið økir um vitanina.

Landsstýriskvinnan Rigmor Dam tekur væl samanum í heilsanini: “ Hóast fjølbroyttar og áhugaverdar, hvør á sín hátt, so geva greinarnar í hesi bók bert eina lítla og avmarkaða mynd av tí ríka og fjølbroytta lívi og teimum avbjóðingum, sum eru í kirkjuni. Men hóast vit ikki kunnu skriva alt kirkjuliga lívið í eina bók, so hava bæði kirkjan og yvirtøkan væl og virðiliga uppiborið, at vit hátíðarhalda tær.”

Tey, ið hava skrivað, eru: Rigmor Dam, Jákup Reinert Hansen, Bergur Berg, Jógvan Fríðriksson, Marjun Lómaklett, Inga Poulsen Dam, Oddvør Johansen, Jústinus Leivsson Eidesgaard, Uni Næs, Dánial Christoffersen, Jógvan Ravnsfjall, Andrias Ziska og Bárður í Baianstovu, Theodor Eli Dam Olsen, Snorri Brend, Bergur D. Joensen, Øssur Kjølbro, Jóan Pauli Joensen og Armgarð Arge.

Kirkjugrunnurin gevur bókina út, Sonja Kjølbro hevur umbrotið, og Føroya Prent hevur prentað. Bókin er prýdd við myndum, ið fleiri myndatakarar hava tikið. Forsíðumyndina av Hoyvíkar kirkju eigur Ólavur Frederiksen. Bókin telur 172 blaðsíður.

Kirkjuráðslimir, ið ikki hava fingið bókina, fáa hvør sítt eintak við at seta seg í samband við Stiftið eftir summarsteðgin. Bókin verður til keyps í bókasølunum eftir hálvan august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo