Okkara mentamálaráðharri er nakað fyri seg.
Hon var ikki meira enn komin í stólin, so fekk maður hennara starvsløn frá Mentamálaráðnum.
Tað fyrsta hon síðani gjørdi var at hækka lønina hjá journalistunum í Kringvarpinum og lata TAKS uppkrevja kringvarpsgjaldið, soleiðis at stovnurin fekk væl meiri í kassan.
Soleiðis kann ein mentamálaráðharri eisini keypa sær frið frá okkara almenna vaktarhundi.
Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum fekk síðani sína heilt serligu serviðgerð.
Kæran av uppsøgnini fekk sjálvandi “steðgandi virknað”, tí í síðsta enda fekk hon eisini viðhald í kæruni.
So er lagt upp til rumbul í Kringvarpinum.
Tíðindaleiðarin, sum hevur likið trúnaðarskjøl til aðrar fjølmiðlar, bað sama dag som hon fekk ætlanarskriv um uppsøgn, um alment innlit í gomul uppsagnarmál hjá táverandi kringvarpsstjóranum.
Endamálið var eittans: at skaða trúvirði hjá stjóranum í størst møguligan mun.
Uppsagdi tíðindaleiðarin hevur sostatt verið arkitekturin aftanfyri jagstranina av fyrrverandi kringvarpsstjóranum, sum sambært Miðlahúsinum skal hava kostað tí almenna “milliónir í uppsagnarlønum”.
Løgfrøðingar halda, at nevndi framferðarháttur hjá tíðindaleiðaranum ikki bara stendur til uppsøgn.
Nei, slíkur framferðarháttur stendur til beinleiðis burturvísing.
Kortini fær tíðindaleiðarin alla møguliga hugsandi serviðgerð.
Kringvarpið liggur í stjórnarloysi og mentamálaráðharrin hevur bara lagt lok á málið og ráðið er farið í summarfrí.
Vanliga verður sagt, at ein ráðharri skal hava lógarheimild fyri sínum avgerðum.
Soleiðis er eftir øllum at døma ikki við okkara mentamálaráðharra.
Hon er jú hevjað yvir alla lóg og landaskil.
Hon kann við góðum rætti kenna seg fullkomuliga tryggja.
Løgtingið gav henni jú sín fulla stuðul í málinum um tíðindaleiðaran, so hví ikki bara halda fram í sama sporið.
Uttan nakra lógarheimild og uttan nakra málsviðgerð yvirhøvur hevur mentamálaráðharrin einsamøll tikið avgerð um, at stundentaskúlin í Hoydølum skal útlutast til privatan felagsskap, hvørs sjálvbestaltaðu limir skula kunna hóreiggja sær í Hoydals-templinum mikla, saman við okkara tjóðsavni.
Hvørjar treytirnar eru, veit eingin.
Fjølmiðlar hava biðið um alment innlit í hesa løgnu avgerð og hava stutt og greitt fingið at vita:
Her eru ongi skjøl at geva innlit í yvirhøvur.
Mentamálaráðnarrin hevur sostatt av sínum eintingum tikið avgerð um hvør skuldi “vinna kappingina” um templið.
Kanska hevur mentamálaráðharrin gloymt, at øll hini 51, sum hava fingið avslag, skulu hava eina grundgeving fyri avgerðini, sum er tikin í fullkomnum heimildarloysi.
Allar hesar søgur vísa, at okkara mentamálaráðharri ikki vísur virðing fyri nøkrum sum helst.
Um ikki mentamálaráðharrin innan heilt stutta tíð kemur við eini nøktandi almennari frágreiðing um málið um studentaskúlan í Hoydølum, har øll málsgongdin verður skjalprógvað, so er ikki óhugsandi at málið verður kært til Løgtingsins Umboðsmann, tí tað er tað búgvið til.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo