Orban-stjórnin í Ungarn ætlar nú at geva nýgiftum 200.000 kr í brúðargávu.
Gávan er lán, ið verður avdrigið eftir barnatali og strikað eftir teirra 3. barn.
Høvdu føroyskir politikarar havt hugflog til eina slíka skipan fyri føroysk hjún?
Ungarn hevur sum Póland og Føroyar brúkt skattafrælsi at eggja til fleiri børn.
(Orban stríðist við ES um pening og tilflytarar, men loyvir ikki einum muslimi inn)
Islamskir imamar hótta at jarða Evropa ikki við stríðs- men við barnavognum.
Burðaravlop og stórt barnatal er eisini ein lív-og-deyð avbjóðing fyri Føroyar.
Burðarhall eru nýggir tónar, enn tá øll róptu um dóm og deyða av yvifólking.
Beijing sýtti í 40 ár foreldrum fleiri enn 1 barn í heimsins fólkaríkasta landi.
Nú er 1-barnapolitikkurin avlýstur, annars fellur fólkatalið við 500 mió í 2100.
Í Evropa, USA og fleiri londum í Fjareystri eru nú fleiri hundar enn børn.
Í Vestanlondum ganga fólk túr við fleiri hundum, enntá í barnavogni.
Risa framburður, men færri børn
Fólkið fækkar í hvørjum landi, har hvør kvinna ikki fær minst 2,1 børn í miðal.
Hóast ør vinstrahall halda tað, verða menn ikki við barn el. geva bróst í bræði.
Um barnatalið skal hækka, krevjast fleiri skilvísar kvinnur og menskir menn.
Føroyar hava meiri fráflyting enn stór samfeløg við fjøltáttaðum búskapi.
Til 2018 var burðartalið í Føroyum hægst í Evropa við 2,4 barni pr. kvinnu.
Men síðan tá er talið lækkað hættisliga, heilt niður í 2.0, ið er vandamarkið.
Høgt burðartal styrkir búskaparligt haldføri, tí tey eldru verða lutfalsliga færri..
Ísland fær bert 1,6 barn pr. kvinnu og tørvar tí 30.000 fleiri arbeiðsfólk í 2030.
Tey koma úr Miðeystri og Afrika. Ìsland fær ikki evropear, sum fækka í tali.
Hesum vanda hevði Ísland sloppið undan, um hvør kvinna fekk 0,5 barn fleiri.
2-falt so nógv børn í 1960-unum
Føroyska burðartalið toppaði í 1960-unum við uml 900 føddum børnum árliga.
Tá búðu bert 38.000 fólk her. Menn arbeiddu lønt úti og flestu kvinnur heima.
Fyribyrging og familjuplanlegging blivu tá lættari, og tað førdi til færri børn
Uml 1990 vórðu aftur 900 børn fødd árliga, av m.a. ‘barnaløn’ og skattalætta.
Í 90-árakreppuni reyk burðartalið niður um 700. Men vit fótaðu okkum aftur.
Eingir lærlingar fingu lærupláss í 1990-unum, so 3.000 handverkarar vanta í.
Í 2010-unum vórðu alt ov fáir bústaðir, stakhús, raðhús og íbúðir bygd.
Í Havn mangla enn 500 hús. Útflutningsvirðið 2-faldaðist. Fólk tustu til Føroya.
Alt ov lítið útboð og stórur eftirspurningurin eftir býlum 2-faldaði húsaprísin.
Tann 10-ára vanlukkan gjørdi ikki Føroyar meiri barnavinarligt samfelag.
Sjálvsøkin heldur enn barngóð
Nú verða tó 6 - 700 børn fødd um árið, hóast her nú búgva 55.000 fólk.
Nú eru 2 inntøkur í flestu húsum, men minni tíð, ráð ella hugur til børn.
Kvinnur taka longri bókliga útbúgving og ‘realisera’ seg. Børnini kunnu bíða.
Menn smíða, mála, grava, koyra lastbil, trola, stoypa, telda, ala (laks) osfrv.
Javnstøðan í siðbundnum kvinnu- og mansarbeiðum er lítið broytt.
1.000 stakir menn fáa útlendska konu, tí føroyskar kvinnur fara uttanlands.
Børnini bíða, til kvinnur nærkast 30 og menn 35. Men vit liva longur enn fyri.
Sethúsini eru nú so góð og dýr, at tvær lønir krevjast til hvørt húski.
Mong vita, at onnur lønin fer til at gjalda skatt fyri almennar tænastur.
Flestu velja almenna trygd fram um persónligt frælsi og ikki fleiri enn 1 barn.
Mong spyrja, um vinnulívið klárar at bera tann økjandi almenna geiran.
Aftur til Evropa o.o. barnafátæk lond
Jú longur suður í Evropa vit fara, jú færri børn verða fødd.
Í Italia og Spania er heilt galið. Har fær hvør kvinna bert 1,2 børn í part.
Í Italia doyðu 2-falt fleiri fólk í fjør enn vórðu fødd, so fólkatalið minkar.
Tað merkir, at um 100 ár er talið á spaniólum og italienum hálverað.
Annar hvør íbúgvi verður arabi og afrikani, hóast londini eita Spania og Italia.
Tað gevur trupulleikar, tí onkur skal arbeiða. Til tess krevjast tilflytarar.
Ovmikið er til av teimum handan Miðjarðhavið, haðani tey velja at rýma.
Í sand- og runulondum sum Mali, Chad, Sudan, Etiopia er stórt burðaravlop.
Men hví skuldu fólk, ið flýggja úr ‘pestholum’, klára at byggja land í Evropa?
Øll fólk velja eitt frítt lív, frían politikk og búskap fram um sosialistiskan tvingsil.
Men teirra ‘frælsi’ í ES-vertslondum trokar aldrandi evropearar av.
Danmark og Svøríki illa sperd
Danmark steðgar nú tilflytingini, sigst, men sum í Svøríki er tað helst ov seint.
Tilflytarar í Danmark kosta nú statinum 90 mia kr netto árliga í sosialhjálp.
Lutfalsliga sama tal av muslimum í Føroyum høvdu kostað 900 mió kr!
Vit ‘hvítu’ eru so bleyt, manngóð, bláoygd, at okkum tykir synd í tilflytarum.
Vinstravongurin stríðist sum úlvur á skóg ímóti, at kvinnur blíva barnaalarar.
So kanska er alt strev at sleppa Vestanlondum undan sjálvmorði, til fánýtis.
Í Japan, Taiwan og Korea er verri skil
Eingin tilflytari sleppur inn í lond sum Kina, Japan, Taiwan og Suðurkorea.
Hesi lond hava sterka eindarmentan og verja hana ímóti fremmandum.
Men hesi lond eru heilt illa sperd av fallandi barna-, burðar- og tískil fólkatali.
Japan missir fólk og játtar nú 170 mia kr at stuðla familjum at fáa fleiri børn.
Í Suðurkorea og á Taiwan er barnatalið fallið niður á 0,8 barn pr. kvinnu.
Har tosa tey um trot á arbeiðsfólki og stórkreppu innan 20 ár.
Vinnuvirki fáa tí ½ mió kr skattalætta fyri hvørt barn, teirra starvsfólk fáa.
Føroyar sleppa ikki undan
Føroyar eru serliga ábærar, tí búskaparsveiggj ávirka flytimynstrið so nógv.
Okkara einasta vón er at gera alt í okkara makt til at hækka burðaravlopið.
Nevndi Ungarn, ið stuðlar nýggjum hjúnum við brúðargávu upp í 200.000 kr.
Slík gáva til føroysk nýgift hevði verið gott ískoyti til teirra eginpening til hús.
1. Barnafrádrátturin í kommunu- og landsskatti má hækkast nógv.
2. Barnafrádrátturin má svara til allan skattin av ársløn hjá familju við 4 børnum.
3. Allar familjur mugu fáa frælsi at velja millum ansing á stovni og heima.
4. Barnaansing heima má samsýnast við tí, eitt stovnspláss kostar pr barn.
5. Foreldur sleppa at velja millum stovns- og heimaansing upp til 6 ára aldur.
6. Skipað dagrøkt má verða har, ið ov fá stovnspláss ella starvsfólk eru.
Kommunur brúka nú 600 mió kr íalt til barnaansing, so peningur trýtur ikki.
Ov lágt barnatal, burðarhall, er fyri Føroyar spurningur um lív ella sjálvmorð.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo