Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nordic Aqua Partners, sum fæst við at ala laks á landi í Kina, hækkar nú partapeningin við tilsamans 350 milliónum norskum krónum, tað er góðar 222 mió danskar krónur.

Verandi stóreigarar hava longu sett seg fyri nýggja partapeninginum, sum millum annað skal brúkast til at fíggja útbyggingar, umfígging av skuld og at møta avbjóðingum sum virkið hevur av evninum geosmin sum oyðileggur smakkin í fiskinum.

Føroyingar eru við í verkætlanini, og stjóri er Ragnar Joensen.

Tað hevur oftani eina útvatnandi ávirkan á verandi partaeigarar, tá nýggjur partapeningur verður teknaður í eini fyritøku. Kursurin á partabrævinum hjá Nordiq Aqua Partners er fallin við 11% seinastu vikuna og heili 40% seinasu 90 dagarnar. Hann er tó umleið 13% hægri enn hann var fyri einum ári síðani.

Les eisini: Serligt lívrunnið evni ger, at Nordic Aqua Partners noyðast at burturbeina 190 tons av laksi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo