Í morgin verður samregn, onkra løtu kanska sum vátaslettingur, hitin millum 3 og 6 stig. Tíðliga seinnapartin klárnar onkra løtu og tá sær sólin kanska. Vindurin verður lágur vestan, upp í strúk ella hvassan vind.
Týsdagin aftur hvassur vindur av vestri, nakað minni vindur sum dagurin líður, samdrigið og regn, serliga fyrrapartin, hitin millum 5 og 9 stig.
Mikudagin hvassur vindur av útsynningi allan dagin, ælaveður, hitin 6-7 stig.
Hósdagin makar hann vindin nakað og ættin verður millum landsynning og útsynning, regn seinnapartin og hitin 7-9 stig.
Fríggjadagin framvegis lágætt og hitin um 9 stig, upp í strúk í vindi men turt fyri tað mesta og eisini sólglottar tíðliga seinnapartin.
Næsta vikuskifti verður bert lítil vindur hóast lýðku, samdrigið men turt fyri tað mesta, hitin 8-9 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo