Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-028/2024 frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, eftir § 52a í
Tingskipanini, settur  Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um Meritútbúgving innan námsfrøði í Føroyum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Verður arbeitt við at skipa eina meritútbúgving fyri námsfrøðingar (professiónsbachelor) í Føroyum?

2. Um ja, nær og hvussu er ætlanin at skipa hetta?

Svar
Til 1 og 2:
Í stuttum kann sigast, at Barna- og útbúgvingarmálaráðið ikki arbeiðir við at skipa eina meritútbúgving fyri námsfrøðingar í Føroyum. Hetta er nakað, sum kommunurnar sjálvar hava tikið stig til, og sum ikki hevur verið partur av arbeiðinum í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur tó arbeitt við námsfrøðiliga økinum í aðrar mátar, t.d. við dupultu upptøkuni á námsfrøðiútbúgvingini, sum játtan varð latin til í fjør, tá tveir flokkar fyri fyrstu ferð vóru tiknir inn. 

Umsøkjaratalið hevur tó verið nakað lægri enn væntað, hóast grundarlag var mett fyri dupultu upptøkuni, og harafturat er fráfallið á útbúgvingini eisini økt. Hetta gevur orsøk at halda, at tørvur er á at eftirmeta leistin, og møguliga at endurskoða dupultu upptøkuna, og her verður eisini hugt at ymiskum møguleikum.

Á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya verður arbeitt við einum uppskoti um, hvussu núverandi útbúgving kann styttast, sum eitt eyka útbúgvingartilboð afturat tí vanligu bachelorútbúgvingini í námsfrøði. Hetta er eftir einum diplom-leisti, sum tryggjar, at tann stytta útbúgvingin er fult í samsvari við vanligu námsfrøðiútbúgvingina, og at diplomútbúgvingin kann góðskrivast inn á bachelorútbúgvingina í sínum fulla líki. Diplomútbúgvingin er tá á bachelorstøði, tó at hon ikki gevur færri ECTS.

Hetta krevur tó nærri viðgerð og fyrireiking, áðrenn endalig støða verður tikin, tí við einum slíkum leisti fylgja fleiri spurningar. Eitt nú er vert at kanna, um útbúgvingin skal hava somu breidd sum vanliga námsfrøðiútbúgvingin, ella um ein slík útbúgving heldur skal leggja sín dent á eitt ávíst og meiri avmarkað námsfrøðiligt øki.

Leisturin er tó ikki ókendur, tí hann er royndur áður við verkfrøðiútbúgvingini í KT, sum í 2022 varð skipað í styttri og meira praktiskari útgávu, nevniliga diplomútbúgvingini í web-menning.

Eisini er vert at nevna, at tað verður arbeitt við at skapa yvirgongd frá Heilsuskúla Føroya til Fróðskaparsetur Føroya, soleiðis at tey, sum t.d. lesa til námsfrøðihjálpara, kunnu fáa atgongd til námsfrøðiútbúgvingina á Setrinum. Væntandi verður hetta eisini viðvirkandi fyri einari øktari tilgongd til námsfrøðiliga økið.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo