Eftir eina viku við eitt sindur umleypandi veðri sær út til, at næsta vikan fer at vera heldur hugaligari.
Sambært DMI verður mestsum stilli og at kalla turt alla vikuna. Ikki fyrr enn annan sunnudag kemur nakað av regni.
Ættin verður mest sunnan og landsynningur. Tað kann geva eitt sindur kaldari veður eystanfyri enn vestanfyri.
Har sum sólin sær kunnu hitastigini koma heilt upp í 16 týsdagin, sigur DMI.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo