Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sí myndir her

Fríggjadagin hevði rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni skipa fyri stóra tiltakinum BETRI heilsa, sum byrjaði tíðliga á morgni og helt á allan dagin.

Longu frá morgunstundini var Marghøllin karmur spælandi børn og tá ið klokkan nærkaðist 09.30 bleiv tiltakið sett av formanninum í Hvistuni, ið kunnaði um skránna, tankar handan tiltakið og hvussu Hvistan ynskir at kasta ljós á, hvussu týdningarmikið tað er við rørslu í gerandisdegnum, bæði fyri kroppin, men eisini fyri sálaraligu vælveruna. 

Næmingarnir úr øllum fólkaskúlunum í Suðuroynni, blivu so deildir í bólkar og sluppu tey so at royna seg í ymiskum stuttleikum og kappingum, umframt at tey elstu eisini sluppu til stuttan fyrilestur. 

Um miðdagsleiti hittust øll aftur, eftir at tey høvdu verið á Vágseiði, rundan um Páls høll og eisini inni í Marghøllini, og bleiv tá matpakkin etin, eins og tey fingu frukt og vatn frá Kirvi og lærarar fingu eisini kaffi, vatn og annað gott. Dagurin endaði við at Jens Marni Hansen sang og undirhelt, áðrenn Faroe Flips vísti dansi kynstur og síðani at ein teirra kom undan loftinum í einum stórum sveiggi. 

Seinni um dagin vóru eisini tiltøk, og har millum annað danin Henrik Duer varpaði á hvussu tað er at royna at koma niður í vekt, og tá ið tað eydnast, hvussu ein klárar at halda hesa støðuna. 

Tiltakið eydnaðist sera væl, veðrið var framúr gott, og bæði børn og vaksin fóru heim frá einum væleydnaðu og góðum degi. Næsta tiltakið hjá Hvistuni, er stóra 1/2 marathon tiltakið 22. september. 

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo