BirkBloggur: "So skjótt tú hevur trýst á knøttin, hevur tú skapt eina lygn". Soleiðis segði myndamaðurin, tá hann í summar hevði funnið ein góðan vinkul at avmyndað eitt aldargamalt, tugt og tanlað evni.
"Hetta var mín redigeraði sannleiki, tað er myndin prógv um, hon er her og kann ikki afturvísast", segði hann vælnøgdur við grindadrápsmyndina, sum nú kundi fara í ringrás í altjóða pressuni.
At etableraða heimspressan, og ikki bara ágangandi áhugabólkar, veruliga eru heimsins terroristar, fekk eg eina óvantaða fatan av í morgun, tá greitt varð frá um, at nú kunnu fleiri enn tíggjutúsund arbeiðarar koma til Bretlands at slakta kalkun til bretska jólaborðið við einum lagaligum fyribilsvisa. Annars fáa tey einki at eta, bretsku húskini.
Tað er tó ikki tað mest áhugaverda, visalagaligheitin. Úrvalda myndin, sum BBC brúkar í morgun, er tað áhugaverda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo