Hvussu ber tað til, at eitt so lítið land sum Ísrael hevur eina av heimsins mest framkomnu fregnartænastum?
Tað hevur dr.dk hugt nærri eftir saman við fleiri serfrøðingum.
Í byrjanini var tað mestsum bara fyrrverandi nazistar, sum høvdu skipað fyri hópmorðunum ímóti jødum undir seinna heimsbardaga, sum høvdu áhugan hjá Mossad. Kendasta málið er um Adolf Eichmann, sum helt seg ganga tryggan í Argentina, men áðrenn hann visti av, var burturfluttur til Ísraels, har hann eftir rættargongd varð hongdur.
Men seinastu nógvu árini hevur tað snúð seg um at koma framum og avdúka ætlanirnar hjá fíggindunum hjá Ísrael, áðrenn tær henda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo