Ein av bátunum (tann grøni á myndini) sum stóð á dekkinum á farmaskipinum «Eemslift Hendrika» er loysnaður og rekur burtur frá skipinum.
- Tað er framvegis vandi fyri at skipið koppar og søkkur, skrivar norska vaktar- og bjargingartænastan á síni heimasíðu.
Skipið hevur um 350 tons av tungolju og 50 tons av dieselolju umborð.
- Høvuðsfokusið er at stabilisera skipið so tað ikki søkkur, og ansa eftir at olja ikki fer at leka úr skipinum, skrivar vaktartænastan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo