Mesti hitin í løtuni er í norðara parti av Eysturoyni og Streymoyni. Mátararnir á Høgareyni og við Norðskálatunnilin vísa báðir 19 stig, sum er tað mesta. Á flogvøllinum er eisini lýtt, 18 stig.
Hitamátararnir hjá landsverki standa nakað høgt so í veruleikanum er nakað væl heitari enn teir vísa í bygdunum har nærhendis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo