Nú stundar til jóla, myrkt, men hugnaligt inni og tó ikki so hugaligt úti. Í øllum førum ikki hjá teimum, sum skulu um Høgareyn.
Nógvur kavi er lagstur, vindurin vaksin, stundum vátaslettingur og krapi í neðra og í erva nógv jarðrok. Og enn eina ferð varð Vestmannavegurin stongdur!
Í Vestmanna búgva útivið 1.300 fólk. Dagliga ferðslan á fjallavegnum til og úr Vestmanna var seinast, eg visti, 1.300 bilar um dagin.
Hetta er millum strævnastu og longstu farleiðir av øllum á meginøkinum. Hon er eisini tann óhøgligasta, serliga á vetri, bæði í longd og hædd.
Vestmannavegurin hevur ligið óbroyttur sum nú í 50 ár. Onnur óhøglig og nógv smærri pláss í Føroyum hava fingið berghol fyri langt síðan.
Tíðarhóskandi vega- og tunnilsamband er fyrsta fortreyt fyri trivnaði kring allar Føroyar. Kanning vísir, at tað framvegis gongur skeiva vegin at fáa unga ættarliðið at búseta seg í Vestmanna.
Her skal annað skinn takast um bak.
Uttan Landsverk, einki lív í Vestmanna
Tað er takkað veri arbeiðsfólkunum hjá Landsverk, ið gera eitt megnar arbeiði at rudda bæði Vestmannavegin, Sandavágsháls, Gjáarskarð, Heltnina og aðrar fjallavegir, at vit trygt sleppa vegin fram og aftur.
Hóast áhaldandi, ótroyttandi og ikki ófarligum avrikum, so megna mergjaðu førararnir á dieselriknu maskinunum hjá Landsverk ikki altíð at halda tørn ímóti náttúruni.
Tað sóu vit enn eitt dømi um í gjár.
Men landsstýrismaðurin í samferðslumálum er ikki so svartskygdur.
Í svari til fyrispurning um tunnil til Vestmanna skrivar Dennis Holm at,
‘Farleiðin til Vestmanna er sum heild góð, men tað kann vera trupult at koyra á vetri fyri hálku og vindi, serliga á Høgareyni. Umstøðurnar eru tó ikki øðrvísi enn á øðrum fjallavegum kring landið.
Landsverk røkir vetrarhaldið væl. Vegirnir verða saltaðir regluliga, og kavi verður grivin nakrar dagar um árið. Av og á verður rátt frá at koyra vegna veður. Tað kemur fyri, at Vestmannavegurin verður stongdur, eins og aðrir fjallavegir.’
Føgur orð men beiskur veruleiki. ‘Av og á’ er ikki veruleikin longur á hesi farleið.
Tað vita øll, sum búgva og/ella hava royndir av at koyra á hesum vegastrekki.
Her er onki nýtt at frætta frá landsstýrismanninum. Svarið frá honum er ein frágreiðing um tvær strikur, ið eru teknaðar, har tunnilin eftir ætlan skal vera.
Ongin ítøkilig ætlan, fígging ella loysn er fyri at tryggja farleiðina ella ferðandi.
Harafturat stendur, at ‘Landsstýrið hevur ikki tikið endaliga støðu til, hvørt ein tunnil skal gerast til Vestmanna’.
Ætlar hetta Landstýrið at renna undan ábyrgd og ístaðin lata lív og heilsu upp í hendurnar á starvsfólkunum hjá Landsverk?
Tað er alt annað enn rímiligt.
Dennis Holm brúkar fleirfalt meiri tíð og orku til Suðuroyar- enn til Vestmannatunnil, hóast fólkatalið í Suðuroy bert er fýra falt tað í Vestmanna.
Tunnil undir Suðuroyarfirði kostar 10 ferðir meiri enn tann til Vestmanna.
Tíðin er komin, at Landsstýrið og landsstýrismaðurin taka ferðslutrygdina á Vestmannavegnum í álvara.
So kunnu foreldur sleppa heim til síni børn, læknahjálpin koma vegin fram, og tilbúgvingin kann rykkja út.
Tó er ein glotti at hóma, tí smb. Dennisi Holm verður í fíggjarlógini fyri 2025 ‘skotið upp at fara undir at gera Vestmannatunnilin, tá Tjørnuvíkartunnilin er liðugur. Tá eigur Vestmannatunnilin at vera liðugt fyrireikaður og prosjekteraður.´
Hetta verður væntandi gjørt, hóast ongir pengar eru settir av til tunnil til Vestmanna komandi árini.
Fyri mær o.fl tykist tað løgið, at hetta kann gerast uttan fígging, men tað er so mangt, sum ikki gevur meining.
Hetta Landsstýrið skuldi eisini leggja tvey nýggj aðalráð afturat umsitingini, sum ikki skuldu kosta fleiri almennar skattakrónur. So tað man óivað eisini fara at bera til hjá teimum at fíggja ein tunnil til Vestmanna uttan fígging.
Men meðan vit bíða, kunnu vit bara vóna, at onkur annar enn jólamaðurin hoyrir ynskini hjá teimum, sum tíbetur framvegis kunnu ferðast um Høgareyn takkað veri kavaruddarunum.
Svarið frá landsstýrismanninum kann lesast her. https://www.logting.fo/documents/63521
Grímur Sundstein - Fólkaflokkurin
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo