Føroyski Hip Hop tónleikarin Marius DC byrjar 2022 við sínum fyrsta videolagi. Lagið Woah hevði frumsýning á Youtube fríggjadagin 7. januar kl. 00:00 føroyska tíð.
Tað er lagið Woah, av fyrstu útgávuni the MZA EP, ið nú kemur út sum video. Hetta lagið hevur ligið og bíða eftir at verða útgivið í eina tíð og endiliga sleppa hyggjarar at síggja tað.
Í veruleikanum byrjaðu upptøkurnar til videolagið í mars 2020, beint áðrenn korona raktið. Ætlanin var tá, at videolagið skuldi koma út sum eitt slag av staklagið, í sambandi við at the MZA EP, hevði fingið 4 tilnevningar til FMA.
Men korona steðgaði upptøkunum, ið vórðu tiknar upp aftur seinni tað summarið.
Tá videolagið var liðugt stutt áðrenn ársskiftið 20/21, var Marius DC longu ávegis við øðrum tilfari, og síðan tá, hevur tað gingið slag í slag við 5 stakløgum og eini EP: Westender, ið kom út í summar.
Men nú kemur videolagið endiliga út. Marius DC greiðir soleiðis frá:
- Woah er eitt av best dámdu løgunum á The MZA EP, og hevur fingið heilt nógv streams á Spotify, sjálvt um tað ongantíð hevur verið ein single ella er spælt nakað serligt í Kringvarpinum. Tí var altíð ætlanin, at tað skuldi koma út sum video, og tað kennist ordiliga gott, at endiliga geva tað út.
Tað er Egin Videography við Egin Tollakssyni Kass, ið hevur filmað, klipt og framleitt videolagið. Tónleikin hava Jonas Langgaard, Per I. Højgaard Petersen og Marius Dam Christophersen gjørt, meðan Marius hevur skrivað orðini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo