Á bygdaráðsfundi í Sørvágs kommunu 29. juni í ár varð samtykt, at taka av tilboð frá Erik H. Hansen um at umvæla lendingina í Bø fyri kr. 293.000 + mvg.
Arbeiðið hevur verið gjørt í august mánaði í ár.
Betongið hevur J&K Betong leverað. Myndirnar eru eisini av Facebooksíðuni hjá J&K Betong.
Umframt at nýtt dekk er lagt á er eisini nýggur garður gjørdur framvið á lendingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo