Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-018/2024 frá Kim Durhuus, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um asfaltsgoymsluna í Hósvík.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er tað rætt, at asfaltsgoymslan í Hósvík ikki lýkur øll neyðug lógarkrøv um umhvørvisgóðkenning?
2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at kanna eftir, um tað er annað virksemi hjá Landsverki kring landið, sum ikki livir upp til lógarkrøvini í umhvørvislógini?
3. Um so er, at annað virksemi hjá Landsverki ikki lýkur krøvini í umhvørvislógini, hvussu langa tíð hevur Landsverk til at rætta hesi viðurskifti?
Svar til spurning 1
Bitumengoymslan hjá Landsverki hevur ikki umhvørvisgóðkenning, tí hon var bygd, áðrenn umhvørvisverndarlógin kom í gildi í 1988, og tí krevst ikki umhvørvisgóðkenning.
Goymslan í Hósvík er upprunaliga frá 1977, og seinasti tangin er frá 1985.
Hóast bitumengoymslan ikki hevur fingið umhvørvisgóðkenning, er hon undir eftirliti hjá Umhvørvisstovuni, tí goymslur við steinolju, steinoljuúrdráttum, asfalti og líknandi evnum, so sum bitumen, eru fevndar av umhvørvisverndarlógini og skulu lúka ásett krøv.
Landsverk nýtir bitumen (jarðbik) til asfaltframleiðslu. Í asfalti eru 5% bitumen og 95% skervur og sandur. Landsverk keypir inn bitumen 1-2 ferðir um árið. Allar bitumenveitingar verða bjóðaðar út í alment útboð. Tilfarið verður veitt við skipi.
Í sambandi við seinastu bitumenveitingina í vár frætti Landsverk um ampa av lukti.
Landsverk ætlar tí at gera tillagingar í komandi útbjóðingartilfari, har størri krøv verða sett til umhvørvisspurningin. Um hetta átakið riggar, fer tað vónandi at minka um luktin frá bitumenveitingini við skipi, og tá asfaltið verður lagt út.
Landsverk viðger árliga, hvørji umhvørvisátøk skulu setast í verk. Sum ein partur av øðrum umvælingum á staðnum, ætlar Landsverk at seta filtur á bitumentangarnar í Hósvík fyri at minka um ampan av lukti.
Svar til spurning 2 og 3
Á Landsverki verður støðugt arbeitt við at dagføra virksemið, so tað er so trygt sum til ber og til minst møguligan ampa fyri umhvørvið.
Landsverk setti fyri nøkrum árum síðani eitt starvsfólk til at arbeiða burturav við heilsumálum, trygdarmálum og umhvørvismálum (HTU). Ein partur av uppgávuni hjá HTU-samskiparanum er at hava eftirlit við, at arbeiðið verður framt í samsvari við galdandi lóggávu innan umhvørvisvernd.
Dennis Holm
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo