- Tað ræður um hjá okkum at koma burturfrá oljuntýstluni í mest møguligan mun, segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, við Kringvarpið í dag. Landstreymur er eitt lið í at minka um oljunýtsluna. Samstundis loysa vit trupulleikan við larmi frá skipum. Vinnarar verða bæði vinnan, fólkið og umhvørvið.
Í sambandi við orkuskifti er landstreymur eitt av teimum 25 ítøkiligu átøkunum í uppskotinum til nýggjan orku- og veðurlagspolitikk, sum skal tálma oljunýtsluni.
Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Helgi Abrahamsen, hevur áður ført fram, at er ikki óhugsandi, at lond, sum vit útflyta til, fara at nokta at keypa okkara vørur, um vit ikki eru við í stríðnum móti útláti av vakstarhúsgassum.
Víðari sigur landsstýrismaðurin, at hóast Føroyar eru eitt lítið land – onkur vildi sagt: “Sum ein dropi í havinum,” so eiga vit kortini at gera okkara til, at útlátið av vakstrarhúsgassum minkar, og tað eru nógvar góðar grundir til tað.
Heimafriður hevur áður víst á, at landstreymur ikki bøtir um eitt vandamál, men loysir fleiri trupulleikar í einum. Landstreymur kann gerast ein týðandi partur í orkuskiftinum í Føroyum og kann tryggja fólki Heimafrið.
Latið okkum tí koma í gongd við at fáa landsstreym til skip, og soleiðis bæði minka um larm og útlát.
Trina Elttør Eysturoy
Forkvinna
Tlf. 271807
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo