FSF: Hálvan oktober er landsliðsfótbóltur aftur á heimavølli. Hósdagin 10. oktober tekur manslandsliðið ímóti Armenia, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 13. oktober spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli. Báðar dagar er avspark klokkan 19:45.
Eisini U21-landsliðið hevur tvær spennandi uppgávur á heimavølli hesaferð. Fyrri dysturin verður í Klaksvík fríggjadagin 11. oktober klokkan 16:00, tá oddaliðið í bólkinum, Portugal kemur á vitjan.
Seinni dysturin hjá U21-landsliðnum í hesum umfarinum, og tann síðstí í hesari undankappingini, verður týsdagin 15. oktober klokkan 17:00, tá Føroyar taka ímóti Hvítarusslandi á Tórsvølli.
Í hesum sambandi verður bjóðað til tíðindafund í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 30. september klokkan 10:00, har venjararnir, Eyðun Klakstein og Håkan Ericson fara at kunngera hóparnar til komandi landsliðsuppgávur.
Manslandsliðið
10. okt. Føroyar – Armenia (kl. 19:45)
13. okt. Føroyar – Lettland (kl. 19:45)
U21
11. okt. Føroyar – Portugal (kl. 16:00 á Djúpumýru)
15. okt. Føroyar – Hvítarussland (kl. 17:00 á Tórsvølli)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo