Í seinastuni hevur lítið verið at hoyrt frá KVF um skattamálið hjá Eik.
“Ofta etur hundur tað hann havnar og ketta tað hon spýr,” sigur orðatakið.
Tað er neyvan Eik ella Taks sum hevur fingið størst mein av kampanjuni frá “óhefta” KVF.
Innanhýsis á KVF stovninum hevur skattamálið ført til ørkymlan og ófrið.
Og trúvirðið hjá KVF hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin og hetta bøtist ikki í bræði.
Partur av lobbyismuni í KVF fekk dokmentarsendingina um skattamálið innstillaða til “årets erhvervsjournalistpris” í Danmark.
Men sendingin tykist ikki at hava hugtikið danir.
Morten Svith frá Århus Stiftstidende vann Erhvervsjournalistprisen 2017.
Nú verður spennandi at síggja um journalistarnir aftanfyri manipulasjónina hava fleiri skot í byrsuni.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo