Komandi sunnudag, 21. juni kl. 16 hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór eina stutta konsert í gjónni við Gjógv.
Kórið fer at framføra nøkur av útvald kórverk. Hetta verður soleiðis ein lítil brellbiti til stóru summarkonsertina, sum verður í Løkshøll 28. juni.
Henda útikonsertin er sjálvandi treytað av at veðrið er til vildar.
Tey sum ikki kenna nakað til Gøtu Kirkju Ungdómskór, kunnu lesa nærri um kórið á facebook-síðuni hjá kórinum. Kórið er eitt tað mest vinnandi føroyska kórið í altjóða høpi, við nógvum virðislønum frá altjóða viðurkendum kórkappingum.
Kórið telur 34 sangarar, og kórleiðari er Símun Hammer.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo