Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Koronatilmælini eru sum orðið sigur tilmæli og ikki lógarfastar fyriskipanir, og tí kunnu skúlaleiðslur koma í tvístøður, har tær verða bidnar um at siga, hvat næmingar kunnu og ikki.

Slíkar tvístøður kunnu vera, tá ið næmingar koma aftur av uttanlandsferð.

Einki krav er um, at børn undir 12 ár verða potað, og tí kann barnið bera smittu inn í skúlan, uttan at vita av tí.

- Fyri skúlan kann vera tað óheppið, um eitt barn kemur í skúla dagin eftir, at tað hevur verið uttanlands til dømis til ítróttatiltøk. Skúlin hevur ikki heimild at nokta barninum at koma í skúla, og tilmælini frá myndugleikunum siga tað heldur einki um, at tað eigur at bíða.

- Í ljósinum av, at vit í gerandisdegnum gera alt fyri at sleppa undan smittu við nógvari fyribyrging, eyka vasking og at vit avlýsa sosial tiltøk, so er tað óheppið, at børn fara av landinum og koma aftur í skúla, áðrenn vissa er fyri, at tey ikki eru smittað.

- Tað eru næmingar og lærarar í skúlanum, sum eru í vandabólki, og tað eru eisini næmingar, sum hava verið heima, síðan korona brast á í vár.

- Tilmælini áttu at verið so mikið greið, at tey eisini løgdu upp fyri tvístøðum,  sigur Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo