Undir eini sjónvarpstalu í gjárkvøldið á rásini Visjon Norge, segði norski prædikumaðurin Jan Hanvold at koronavirusið byggir á eina lygn, skrivar NRK.
Norska Kringvarpið hevur video-upptøkuna og endurgevur eisini, hvat norski prædikumaðurin sigur:
«So søgdu vit: Harri avdúka lygnina tá ið talan er um korona, í Jesu Kristi navni, amen! Tá merktu vit at tað var opinberað fyri okkum, at hetta virusið her er bygt á eina lygn, bygt á eina tølan og sum er plantað har av veldum og myndugleikum.»
Nú hevur norska Heilsudirektoratið úttalað seg og sigur at orðini hjá Hanvold skapa ótta og ótryggleika.
– Í løtuni liggja 170 fólk á sjúkrahúsi við korona-sjúkuni. Av teimum fáa um 40 intensiva viðgerð. Yvir 2000 fólk eru smittað og fleiri fólk eru óttafull.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo