Fólkakirkjan: Countrysangarin Magni Christiansen úr Vestmanna setti sær fyri at vitja allar tær føroysku kirkjurnar við sangi og boðskapi sínum. - Nú eri eg altso komin á mál. Sunnudagin var eg aftur, har ið eg byrjaði – í heimbygdini Vestmanna, sigur hann.
Orð: Snorri Brend/Myndir: Magni Christiansen.
VESTMANNA: - Hetta hevur verið ein sera strævin tíð. Tað má eg bara siga. Men tað hevur samstundis verið heilt fantastiskt at koma soleiðis runt at práta við øll hesi mongu fólkini í bygd og í bý, greiðir Magni Christiansen frá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo