Margretha drotning hevur ongantíð krógvað, at hon er glað fyri at vitja Føroyar og Grønland og tað fer Fríðrikur at halda fram við at gera, metir Poul Krarup, kongaligur viðmerkjari, sum eisini sigur, at hann mangan hevur havt kensluna av, at drotningin hevur rent seg í fólk í tuflum, tá hon hevur vitjað norðaru partarnar av ríkisfelagsskapinum.
Ímillum føroyingar er tað alment kent, at Margretha drotning hevði persónlig vinfólk í Føroyum, sum hon vitjaði, tá hon var her.
Danmarks Radio nevnir í hesi greinini, hvussu týðuligt tað altíð hevur verið, at komandi kongurin í Danmark trívist væl í Grønlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo