Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er umráðandi, at vit av og á steðga á, og taka hitan av okkara kjakmentan. Er hon á rættari leið ? ella er hon farin av sporinum? Kjakið ávirkar okkum beinleiðis sum óbeinleiðis, og tí er eisini umráðandi, at vit taka evnið í størsta álvara og viðgera tað við jøvnum millumbili. Um dagarnar hevur kjak stungið seg upp um haturstalu á almennu miðlunum, og hvørt tað skal vera loyvt ella ikki at viðmerkja eitt nú lesarabrøv á almennu portalunum. Ymisk eru vit á hesum máli, og tað vil so vera.

Lat tað vera greitt, at orsøkin til, at eg havi tikið evnið upp at strika viðmerkingar til lesarabrøv á portalum, hevur onki við mín persón sum politikara at gera. Eftir 20 ár í politikki man eg nokk tola meiri enn tey flestu, og dugi væl at solda frá tað, sum tápuligt og persónligt niðurgerðandi og at solda fólk frá, sum ikki megna at orða seg virðiligt og sakligt og halda seg til evnið. Men tað merkir ikki, at tað er í lagi. Tað merkir ikki, at onnur skulu ígjøgnum “sama kloakkrør, har krákurnar sleppa at pilka eyguna úr einum”, áðrenn man er herdað ella herdaður til alment at traðka fram á almennu miðlunum. Tá er okkurt heilt spinnandi gali við okkara kjakmentan.

Tá eg hoyri frá granskarum, fakfólkum á ymsum økjum, ungum politikarum, lærarum, kvinnum o.ø at tey ikki ynskja at úttala seg, tí tey hvørki tíma ella orka at siga sína hugsan ella úttala seg fyri persónligum útspillingum, tá er okkurt spinnandi gali, og ein trupulleiki, sum krevur umrøðu og viðgerð.

Tað eru miðlar, bæði í Danmark og í Føroyum, sum hava valt at strika møguleikan at gera viðmerkingar, tí tær blíva ov grovar og óviðkomandi fyri kjakið. Tann verbali harðskapurin á netinum er harður og kann í grundini samanberast við, at tú fer ein túr í býin og onkur gevur tær ein frammaná, bara tí tað ert tú. Høvdu vit góðtikið tað?, høvdu vit latið tað farið framvið og latið sum onki? Nei eg vænti ikki. Fyri ein persón, sum fyrstu ferð trínur inn á almenna pallin, er viðkomandi náðileys/ur fyri tí verbala harðskapinum, og hóast verbalur harðskapur og niðurgerðing ikki er lóglig, og man kann revast fyri ærumeiðing, so verður hetta neyvan gjørt, tí hetta eigur man bara at tola. Nei vit hvørki eiga og skulu tola hetta, hetta er ikki í lagi, og má steðga. Ljót tala, ljót umrøða spreiðir seg sum ringar í vatninum og elvir til hatur og hatur skapar gjáðir ímillum menniskju.

At strika møguleikan at gera viðmerkingar til eitt lesarabræv hevur onki við talu og skrivifrælsi at gera. Tað er fullkomiliga misskilt. Fólk hava allar ríkar møguleikar at svara einum lesrarabrævi aftur, antin við at skriva eitt aftursvar sjálvi ella í øðrum lagi at deila tað á sosialu miðlunum, so har er ongin vandi á ferð. Tað, sum er ein bági fyri okkara fólkaræði er, at ein lítil minniluti sleppa at niðurgera og spilla persónar og menniskjur út, uttan at hetta fær nakrar fylgjur yvirhøvur. Tað síggi eg sum eitt álop á okkara fólkaræði og okkara talu og skrivifrælsi.

Havið ein góðan sunnudag øll somul

Annika Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo