Ragnhild Olsen bloggar: Er nakar eydnusamari á jólum í dag, enn tey vóru fyrr, tá man ikki skuldi renna so skjótt?
Er hetta ikki at gera okkum øllum eina bjarnatænastu, at hoppa við á hendan vognin, sum handlarnir í stóran mun standa á odda fyri?
Eg havi altíð elskað jólini, og havi altíð glett meg langa tíð frammanundan.
Tað geri eg enn, men eg má viðganga, at eg mangan havi sitið við eini keðiligari kenslu, tí eg veruliga ikki dugi at síggja, at vit verða glaðari av øllum hesum, sum er farið at hoyra til jólini, heldur tvørturímóti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo