Japan hevur talt sínar oyggjar av nýggjum, og hevur funnið 7000 oyggjar afturat, sum landið ikki visti um.
Tað skrivar CNN.
Skráseting hjá Geospatial Information Authority of Japan (GSI) vísir nú at tað eru 14.125 oyggjar á japanskum landaøkinum.
Tað er tvífalt so nógv sum almenna talið, ið hevur verið brúkt síðani 1987, sum segði 6852 oyggjar, skrivar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo