Kenda tónleikablaðið Rolling Stone skrivar, at Janelle Monaé fer at spæla Josephine Baker í nýggjari sjónvarpsrøð.
Baker, sum doyði 68 ára gomul í 1975, varð fødd í USA, men flutti til Fraklands og gjørdist fyrsta svarta stjørnan á filmi.
Sum partur av fronsku mótstøðurørsluni var hon eisini njósnari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo