Hann hevur villleitt og svindlað ungar kvinnur fyri milliónir, og flýggjar nú undan løgregluni í fleiri londum.
Hann fær samband við síni offur á deytingappini Tinder. Síðani sjarmerar hann tær við ferðum í privatflogfari, luksushotellum og dýrum døgurðum.
Tær halda, tær deyta ein ríkan vinnulívsmann, men aðrar kvinnur, sum hann hevur lumpað, rinda fyri gildið.
Her er søgan um norsku Ceciliu og svensku Pernillu, sum VG hevur tosað við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo