Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur í dag hitst við íslendska starvsfelaganum, Thórdís Kolbrún Gylfadóttir, uttanríkisráðharra, sum vitjar í Føroyum við eini íslendskari handilssendinevnd.

Sendinevndin er partur av føroyskt-íslendska handilskamarinum, sum varð sett á stovn í 2012 við tí endamáli at styrkja um samhandil og búskaparligt samstarv millum londini. Endamálið við vitjanini er at fáa innlit í føroysk viðurskifti, og í hesum sambandi eisini vitja føroysk virki og fyritøkur. Landsstýrismaðurin møtti sendinevndini og gav innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og hvørji mál eru á politisku dagsskránni.

Landsstýrismaðurin og uttanríkisráðharrin høvdu síðani ein fund sínámillum um felags áhugamál, viðurskiftini millum londini og møguleikar at styrkja um samstarvið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo