Prátið í Breddanum gav mær kenslu av eini viðgerð um eigaraviðurskifti og pengar.
Jú, gamaní var høvið til henda Bredda, at eitt valevni júst skilti seg út við hesum evninum á skrá.
Mín spurningur snýr seg í størri mun um kundan.
Fyri eini 18 árum síðani var eg íblandað eina umsókn um sethúsafígging. Eg starvaðist ikki tá í bankaverðini – men legði viðkomandi lag á, tí hann aftur og aftur fekk avslag.
Vit royndu at grundgeva fyri, at henda umsókn og vilji at rinda hekk saman fíggjarliga, eins og trygdin ikki var nakað ivamál og at enda fekk viðkomandi játtað lánið og keypti ognina.
Tað síðsta bankaráðgevin segði var, at viðkomandi slettis ikki burdi fingið hetta bústaðarlánið.
Í dag er skuldin o.u. trýhundrað túsund og virðið á ognini upp ímóti trimum milliónum.
So stóra ábyrgd, vald og ávirkan hevur bankaráðgevin – og í størri høpi kunnu vit siga, at so stórt vald hava figgingarstovnar á útlitum og lagnum hjá fólki.
Eg skrivi her meira um bankavirksemi enn tryggingarvirksemi o.a., tí fólkið hevur trupulleikar við lánsfíggingum fyri tíðina.
Tað er ikki avgerandi fyri fólk um tað sita 35 fólk í umboðsráði og velja eina nevnd – tí hvat skal nevndin og hvat verða nevndarførleikarnir mettir út frá?
At verja um status quo er ikki stóra kynstrið. CV og royndir siga lítið, tá boð er eftir nýhugsanum, konstruktiviteti og at møta kundunum í tí samskifti og tí tilboði, sum kundunum tørva.
Og sum tørva í Føroyum í dag, har húsaumsetiligheitin er sera ymisk millum smærru og størru plássini.
Hvussu loysa vit teir trupulleikarnar og kundi bankin komið við útspæli um eitthvørt, sum tænti fólkinum?
Kundu vit grundgivið fyri donskum fíggjareftirliti um øðrvísi treytir, orsakað okkara nógv øðrvísi samfelags-, landafrøðilig- og bústaðarviðurskifti og samfelagsstødd.
Hvar eru politikarar í hesum spurningi?
Kundi bankin havt ein øðrvísi váðaprofil, tá yvirskotið í samtakinum er nógv størri enn kravt?
Ella hvussu kunnu forrætnings- og samfelagssinni hanga ‘betri’ saman?
Jú, fleiri spurningar.
Er hetta ikki tað heita eplið í løtuni, sum miðlar kundu dyrkað meira enn um hvar stóri kapitalurin, ráðs- og nevndarleiklutir koma til sín rætt í verandi umstøðum og verandi skipan, sum í grundini ikki er tíðarhóskandi.
Eigaraviðurskifti og ræðumyndin um Føroya Banka og børsskráseting lá eisini í hondunum á politikarum og politiskt valdu almennu umboðum, sum kundu havt sagt frá og møguliga ávirkað tann partin.
Sum neyvan liggur betri hjá Betri við 35 umboðsráðslimum, sum hava til uppgávu at velja ovastu nevnd.
Hvør kann vita hvat hon kann finna uppá? Ikki bara sum børsskráseting, men í heila tikið í hesum sambandinum við stórkapitali, egin áhugamálum, serkunda-áhugamálum v.m. ?
Samtakið er fløkt, bygnaðurin er fløktur og hvílir í løtuni í sær sjálvum, friðinum um økið, lítla gjøgnumskygninum og fólkinum, sum einki veit um nakað.
Bergun Kass
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo