Sunnudagin 1.mai kl. 16.00 vísir Norðurlandahúsið filmin Inuit.
Fotografurin Jette Bang (1914-1964) búði í Norðurvestgrønlandi 1938 – 1939. Meðan hon var har, tók hon upp filmin “INUIT”, sum er heimsins fyrsti sigsøguligi filmur í litum.
Grønlandsstýrið í Keypmannahavn bílegði filmin, sum skuldi vísa framburðin hjá hjálandaveldinum í Grønlandi. Hann skuldi vísast á heimsframsýningini í Bergen í 1940, men hetta varð av ongum.
Eskimologurin og stjóri í Grønlendska Húsinum í Keypmannahavn Leise Johnsen, greiðir frá grundarlagnum undir filminum og lýsir ta avbera góðu dokumentatiónina hjá Jette Bang í myndum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo