Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Foreldur hennara vóru Jóan Petur Sandoy bóndi úr Skemmuni  í Trøðum á Sandi og Marin Katrina, fødd Hentze, úr Uttastovu í Trøðum á Sandi.

Ingibjørg er yngst av 7 systkjum. Hini systkini vóru: Petur Finnbogi, sum doyði 6 ára gamal av meslingum, Jóhan, Bjarni, Marianna, Finnbogi og Hilda.

Sum ung fór hon til Havnar at tæna hjá m.a. Steingrim Winther og Poul í Geil.

Í 1942 giftist hon við Torbjørn Hentze av Sandi. Tey fingu 4 børn: Torfinn f. 1943, Ragnar f. 1945, Ruth f. 1947, men doyði bert 6 dagar gomul av stívkrampa, og Rúni f.1951.

Ingbjørg og Torbjørn búsettust á Agjum. Torbjørn var sjómaður og sigldi sum maskinmaður til 1966, tá hann fekk starv sum maskinmaður á Landssjúkrahúsinum. Hetta starv røkti hann til1991, tá hann gavst vegna aldur. Torbjørn doyði í 2001.

Tað, sum sermerkir Ingibjørg, er hennara glaða og lætta lyndi. Sjálvt um lívið sum sjómanskona var strævið, so hoyrdi tú hana altíð syngja, tá hon arbeiddi. 

Sangur hevur fylt nógv í hennara lívi og hon dugir flestu sálmar og fosturlandssangir uttanat.

Sjálvt um minnið er farið at bila, so er enn einki fyri hjá henni at tríva í ein sálm ella sang.

Ingibjørg hevur verið sera virkin og gestablíð. Hennara heim hevur altíð staðið opið, um onkur hevur havt brúk fyri eini song ella eini máltíð. Altíð setti hon sín egna tørv til síðis fyri at hjálpa øðrum.

Guðsótti og nøgdsemi hevur eyðkent hennara lív.

Og tað, at hesi bæði saman geva miklan vinning, sum skrivað stendur, tað hevur hennara lív til fulnar prógvað.

Torfinn, Ragnar og Rúni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo