Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit hava stóran prísvøkstur, sum ger at alsamt fleiri familjur í Føroyum hava torført við at fáa endarnar at røkka saman.

Sjálvsagt er prísvøksturin á matvørum og rentan ein týðandi faktor í hesum.

Men um vit hyggja nærri eftir tí sum sosialistiska samgongan hevur framt, so er einki av tí til frama fyri vanliga føroyingin.

Alt er við til at gera lívið enn torførari.

Vit kunnu taka nøkur einføld dømi:

Alivinnan hevur fingið hægri avgjald. Hybrid bilar hækkaðir í avgjaldi. Alment lønt skulu arbeiða minni.

Mild Hybrid bilar hækkaðir í avgjaldið. Plug inn Hybrid bilar hækkaðir í avgjaldið. El bilar hækka í avgjaldið pr. 1. januar. 

Rentustuðul skal avtrappast. Pensjónsaldurin skal niður  – tó ikki fyri politikarar. Alment lønt skulu fáa meira í løn. Fiskivinnan hevur fingið hægri avgjald. Almennu úttreiðslurnar eru vaksnar.

Øll omanfyri nevndu, eru við til at gera gerandisdagin tyngri hjá vanliga føroyinginum – tað skapar púra óneyðuga stúran.

Áðrenn valið vóru allir núverandi samgonguflokkar samdir um, at gerandisdagurin skuldi gerast betri hjá føroyingum.

Tað var lovað, at strika mvg á matvørur og ein skattalætta.

Einki av hesum er framt.

Ja, faktist er alt í 2022 -2023 bert vorðið tyngri av sitandi samgongu.

Seinastu vikurnar hevur sjúkrahúsið ligið meira og minni lamið, fleiri sjómenn sum fiska í Barentshavinum stúra fyri sínum arbeiðsplássi og í dag stúra fleiri uppisjóvarvirki fyri einum russiskum boykoti av teirra vørum.

Fleiri hundrað fólk í alivinnuni stúra eisini fyri sínum arbeiðsplássi.

Eisini er avleidda virksemi frá russiskum skipum burtur i føroyska búskapinum.

Ja, vit hava bannað oljufýringum frá 2024. Wow, hetta er flott.

Tí verður spurt, hvussu halda tit í landsstýrinum sjálvi at tað gongur?

Ein vanligur føroyingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo