Sambært advokatinum Jógvan Páll Lassen, so boðaði løgreglan Sosialinum frá, at tað sum miðilin tókst við, er revsivert - brot á revsilógina §23.
- Sosialurin setur seg síðani í samband við løgregluna við hesi fyrstu bandupptøku frá 15. desember 2017 og fær har greitt at vita, at tað er revsivert, tað sum tey eru í gongd við – brot á revsilógina § 23, skrivar advokaturin hjá Bjarna Hammer.
Og víðari skrivar Jógvan Páll Lassen:
- Men hóast hetta, so boðar Sosialurin frá, at “De (Sosialurin?) ville lave et “set up” mod Bjarni Hammer“.
Løgreglan hevur ikki nakra heimild at gera eitt "set up", men hevur ein miðil tað?
VP hevur biðið um at fáa eina viðmerking frá Fútanum, sum er burturstaddur í løtuni.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo