Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hetta er 5. árið á rað at Húsagongd verður í gamla býlinginum á Sondum í Sandavági.

Íblásturin til "Húsagongd" kom upprunaliga, frá tiltakinum Hoyma í Syðrugøtu. Síðan eru fleiri heimakonsertir settar í verk, eitt nú "Heima" í Nólsoy og "Suðurljóð" á Tvøroyri

Húsið "Loftagrund" niðri við Kirkjugarðsbrúnna hevur verið snúningspunkti um tiltakið, har fólk fáa armband fyri goldið atgongumerkið frá klokkan 17.30, har eisini søla av drekkivørum verður.

Í ár koma Tordis Sigurbjørnsdóttir og Jóhan á Dul, at spæla frá kl 18:00.

Frá 19:00 til 00:00 vera heimakonsertir eftir skránni niðan fyri og eftir tað spæla Tinganest niðri í Loftagrund frá kl 24:00.

Alt byrjar og endar á Loftagrund.

Aftur í ár er útselt til Húsagongd, og hevur tað verið á hvørjum árið. Áhugin er sera stórur og høvdu vit ynskt at kunna selt fleiri atgongumerkir, so øll fáa møguleikan at vera við, men tað ber tíverri ikki til, tá tað er avmarkað nøgd, vegna plásstrot í gomlu húsunum. Vit vóna tó, at tey, sum ikki hava fingið møguleikan í ár, sleppa við eina aðru ferð.

Fólk búsitandi í gamla býlinginum av bygdini, hava verið sera fyrikomandi og blíð, og hava lati upp egnar dyr fyri tiltakinum og tað eru fyrireikararnir takksamir fyri.
Uttan stóra vælvild frá fólkum í grannalagnum á Sondum og úti á Bakka, var tiltakið Húsagongd snøgt sagt ikki til.

Í ár koma tit at hoyra tónar frá hesum bólkum og einstaklingum:

Kl 18:00 | á Loftagrund | Tordis Sigurbjørnsdóttir & Jóhan á Dul

Fyrru stovukonsertirnar:
Kl 19:00 | hjá Turid & Jóhannes | Steintór Rasmussen
Kl 19:15 | hjá Evu & Jógvan | Blátt Gras
Kl 19:30 | hjá Tóru & Jens | Tóra Hansen, Jens Rasmussen, Barbara Chaparro & Noah Chaparro
Kl 19:45 | hjá Sóleyð | Erla Poulsen, Hans Ravnsfjall & Eyðun Johannesen
Kl 20:00 | í hjallinum hjá Rana | Martin Joensen
Kl 20:15 | hjá Anniku & Villiam | Edith D. Jacobsen & Allan Tausen
Kl 20:30 | hjá Jóhonnu & Allan | Bollarnir
Kl 20:45 | hjá Elin & Jan Erik | Ólavur á Váli Olsen

Kl 21: 30 | hjá Heivør | Lív Næs & Tróndur Enni

Seinnu stovukonsertirnar:
Kl 21:00 | hjá Turid & Jóhannes | Steintór Rasmussen
Kl 21:15 | hjá Evu & Jógvan | Blátt Gras
Kl 21:45 | hjá Tóru & Jens | Tóra Hansen, Jens Rasmussen, Barbara Chaparro & Noah Chaparro
Kl 22:00 | hjá Sóleyð | Erla Poulsen, Hans Ravnsfjall & Eyðun Johannesen
Kl 22:15 | í hjallinum hjá Rana | Martin Joensen
Kl 22:30 | hjá Anniku & Villiam | Edith D. Jacobsen & Allan Tausen
Kl 22:45 | hjá Jóhonnu & Allan | Bollarnir
Kl 23:00 | hjá Elin & Jan Erik | Ólavur á Váli Olsen
Kl 23:30 | hjá Heivør | Lív Næs & Tróndur Enni

Húsagongd endar við einum braki niðri á "Loftagrund" á midnátt, stundisliga klokkan 24:00, har Tinganest rundar av fyri kvøldi. Konsertirnar vara í áleið 30 minuttir hvørja fer, tískil má ein leggja sær kvøldið til rættis. Um ein vil hava so nógv við sum gjørligt. Les meira um Húsagongd á facebook síðuni www.facebook.com/husagongd/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo