BirkBlogg: Í hesum døgum eru sosialu miðlarnir meir enn nakrantíð til umrøðu í Kringvarpinum, á Facebook og á Netflix. Tilsamans eru tað hesir miðlar, ið eg sjálvur, umframt ómissiligu tíðindakeldurnar BBC, DR og NRK, brúki til gerandis.
Pappírsbløðini hava tapt, hvussu tey so berjast fyri at fáa útberingarstuðul, ið er einasta dygdarlyftið, ið blaðstjórar kundu seta fram í Pressuni í morgun. Útberingarstuðul. Ein skøva pláta um bata, sum eg ikki trúgvi petti uppá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo