Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikudagin í komandi viku verður Dagurin fyri altjóða Holocaust - og onnur fólkadráp hildin. Dagurin er ein altjóða minningardagur, sum ST hevur ásett.

Tað er Nám og Amnesty sum vegna Mentamálaráðið skipa fyri degnum. Dagurin varð fyrstu ferð hildin í fjør, og gjørt er av, at innihaldið í degnum skal venda sær til skúlanæmingar.

Í ár eru hádeildir í føroyska fólkaskúlanum bodnar við. Korona hevur ásett, hvussu dagurin verður skipaður. Vanligt er, at næmingar møtast til eitt stórt tiltak. Í ár er Skúlin við Streymin vertur fyri degnum, og luttekur tískil á tiltakinum, sum vegna korona verður stroymt í allar skúlastovur, sum hava áhuga, kring landið.

Evnið í ár, er "Bosniadrápini" á Balkan. 

Skráin byggir á, at nógv fólk í Føroyum hava persónligt samband við fólk haðani, ella hava upplivingar frá krígnum í Bosnia, árini 1992 -1995.

Tað sum ger evnið viðkomandi í samband við altjóða minnisdagin um fólkadráp er, at í býnum Srebrenica vórðu útivið 8.000 bosniskir muslimskir menn og dreingir fyribeindir í einum hópdrápi, sum ein ST-dómstólur hevur dømt at vera fólkamorð.

Longu nú ber til at lesa og síggja tilfar um dagin og evnið á undirvísingarportalinum Snar: https://snar.fo/holocaust. Hetta er síðan, sum lærarar nýta til at fyrireika næmingarnar til 27. januar, men sum øll eru vælkomin at leita sær kunning um evnið á.

Skráin fyri dagin 27. januar er soleiðis:

·      Tanja Elek, flýddi frá heimlandinum undan kríggi. Hon kom til Føroya í 2001 og hevur síðani arbeitt á Bakkafrosti.

·      Ottar í Funningsstovu, var hermaður á Balkan í 1995. Hann greiðir frá, hvat hann gjørdi sum hermaður.

·      Heini í Skorini greiðir frá søguni, hvat hendi á Balkan hesi árini, hví tað hendi, og hvørjar avleiðingar tað fekk fyri forsetar og ríkisleiðarar.

·      Fótbóltskønu Heri Simonsen og Tróndur Arge greiða frá sambandinum millum Føroyar, gamla Juguslavia og londini á Balkan frá 1990 til í dag.

·      Regin Jacobsen, greiðir frá, hvussu hann hjálpti Tanju Elek og øðrum flóttafólkum, at fáa arbeiðs- og upphaldsloyvi í Føroyum og um týdning av integratión.

Sí meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo