Ein feril av hitabylgjuni, sum í seinastuni hevur gjørt um seg í suðureuropa, fer í næstu viku eisini at merkjast í Danmark. Sambært DMI fer hitin at liggja um tey 30 stigini týsdagin og mikudagin.
Tað er kortini langt ífrá tí sum hevur verið í eitt nú Stórabretlandi í seinastuni, har hitin er komin upp ímóti teimum 40 stigunum.
Og í Týsklandi fer hitin komandi vikuna somuleiðis at liggja um tey 40 hitastigini.
Longur suðri í Europa eru stórir trupulleikar við skógareldum av somu orsøk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo