Fyrireikararnir hava nú boðað frá, at Summar Festivalurin 2022 verður hildin dagarnar 4. til 6. august.
Summar Festivalurin hevur verið raktur av koronutiltøkum seinastu tvey árini, men fyrireikararnir hava ikki mist mótið og ætla at halda festivalin næsta summar.
– Vit trongja øll til ein góðan Summar Festival, og vit vilja gera okkara til, at hetta kann lata seg gera í 2022, sigur Erik Biskopstø, stjóri í Summar Festivalinum.
– Hesi seinastu tvey árini hava verið tung fyri tey, ið skipa fyri mentanartiltøkum, men tað er umráðandi, at vit ikki gevast á hondum, men vilja virka fyri, at vit aftur fáa tey stóru og góðu summartiltøkini á skrá í Føroyum, sigur hann.
Øll, sum ætla sær á Summar Festivalin 2022, skulu keypa nýtt atgongumerki. Atgongumerkini, sum vórðu seld til avlýstu festivalarnar í 2020 og 2021, verða í næstum strikað og afturrindað til tey, ið hava keypt. Landið hevur avgjørt at veit festivalunum stuðul, og beinanvegin hesin stuðul er komin, verða atgongumerkini afturrindað. Hetta verður innan stutta tíð.
Forsølan til Summar Festivalin 2022 er byrjað. Vikuskiftispass kunnu nú keypast fyri bíligasta prísin á heimasíðuni atgongumerki.fo og í Telebúðum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo