Vinnuhúsið: Aðalfundur var í Ferðavinnufelagnum fríggjadagin 7. mai á Hotel Føroyum.
Aleth Nielsen, Sakaris Frederiksen og Hans Jákup Kollslíð stóðu fyri vali, og vóru øll afturvald.
Tiltakslimurin Tórstein Christiansen takkaði fyri seg, og í hansara stað var Mimmy Vágsheyg vald.
Nevndin í Ferðavinnufelagið hevur skipað seg soleiðis.
Henny á Líknargøtu, formaður
Árni Olsen, næstformaður
Aleth Nielsen
Sakaris Frederiksen
Mimmy Vágsheyg, tiltakslimur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo